Bill McLeod Jacobsen hevur úttikið 19 spælarar til U21-undankappingardystin ímóti Eysturríki, sum verður á Svangaskarði fríggjadagin 7. oktober
U21-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen hevur úttikið 19 spælarar til EM-undankappingardystin ímóti Eysturríki, sum verður á Svangaskarði fríggjadagin 7. oktober.
Síðst í mars spældu Eysturríki og Føroyar U21-landsdyst á Generali Arena í Wien, og tá eydnaðist eysturríkarum at vinna ein tepran 1-0 sigur á Føroyum.
Teir 19, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Niklas Thomsen, HB
Karstin Hansen, NSÍ
Elias Rasmussen, ÍF
Dávid Langgaard, KÍ
Hørður Askham, B36
Andrias H. Eriksen, B36
Ári Mohr Jónsson, HB
Jákup F. Hansen, HB
Bartal Wardum, HB
Jonas Gejel Hansen, FC Sydvest (DEN)
Hákun Edmundsson, Vendsyssel FF (DEN)
Jákup V. Olsen, Víkingur
Jákup B. Andreasen, KÍ
Betuel Hansen, NSÍ
Gestur B. Dam, B36
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Teit Jacobsen, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Hannis Agnarsson, B36
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Eysturríkar verður á Svangaskarði á Toftum fríggjadagin 7. oktober klokkan 15:30.