Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum ímóti Póllandi. Dysturin verður floytaður í gongd klokkan 16:45
Fjórðseinasti dystur í føroyska fótbóltsárinum verður spældur á Tórsvølli í dag klokkan 16:45, tá U21-landsliðið tekur ímóti Póllandi. Talan er um fimta dystin í undankappingini til EM 2019.
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til hesa stóru avbjóðing, og nú er eisini greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Eli Hentze, U21-venjari, sendir á vøllin frá byrjan.
Karstin Hansen verður í mál, og í verjuni verða Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Bartal Wardum og Ólavur Niclassen. Á miðvøllinum frá byrjan verða Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen og Meinhard Olsen. Fremsti maður verður Jákup L. Thomsen.
Eykaspælarar: Elias Rasmussen, Jóannes K. Danielsen, Ari Olsen, Jákup Vatnhamar Olsen, Jann J. Benjaminsen, Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen, Adrian Justinussen og John J. Frederiksen.
– Hetta verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva, men er innsatsurin er í lagi, so eri eg nøgdur. Innsatsurin kemur áðrenn úrslitið, meðan úrslitið kemur av innsatsinum! Vit fara á vøllin í trúnni á, at tað ber til at fáa stig, helst trý, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður floytaður í gongd klokkan 16:45. Ókeypis atgongd er til dystin.