Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum í U21 EM-undankappingardystinum á útivølli móti Georgia
Klokkan trý seinnapartin í dag, fríggjadag, spælir føroyska U21-landsliðið sætta dystin í undankappingini tin EM 2019.
Talan er um útidyst móti Georgia, sum Føroyar vunnu ímóti í september í fjør, tá liðini hittust á Tórsvølli.
Føroyska ferðalagið fór til Georgia mánadagin, og fyrireikingarnar hava gingið væl. Onkrir smávegis skaðar hava verið í hópinum, men maður kemur í mans stað, sum venjarin tekur til.
Teir fyrstu 11, ið Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjáparvenjari, senda á vøllin, eru hesir:
Karstin Hansen – Jóannes K. Danielsen, Bjarni Petersen (liðskipari), Bartal Wardum, Erlendur Magnusson – Høgni E. Nielsen, Teit Jacobsen, Jóannes Bjartalíð, Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen – Jákup Thomsen.
Eykaleikarar
Rói Mørk Hentze (M), Ari Olsen, Dan í Soylu, Betuel Hansen, Jann J. Benjaminsen, Petur Knudsen og Daniel Johansen.
U21 EM-undankappingardysturin sæst her: