Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur nú sett liðið, sum í dag klokkan 17:00 skal spæla á útivølli ímóti Finnlandi
– Avrikið kemur áðrenn úrslitið, men um avrikið er í lagi, so skal góða úrslitið nokk koma. Og jú, vit hava góðar vónir, tað hava vit altíð, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.
Klokkan 17:00 í dag fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá triðji dysturin í undankappingini til EM 2019 er á skránni. Mótstøðuliðið hesaferð er Finnland, og dysturin verður spældur á Lahti Stadion í býnum Lahti, sum liggur stutt norðanfyri finska høvuðsstaðin, Helsinki.
Seinasta hond er løgd á fyrireikingarnar til dystin, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan.
Karstin Hansen verður í mál, og í verjuni verða Erlendur Magnusson, Bartal Wardum, Benjamin Heinesen og Bjarni Petersen. Á føroyska miðvøllinum verða Betuel Hansen, Hákun Edmundsson, Jóannes Bjartalíð, Teit Jacobsen og Meinhard E. Olsen, meðan Jákup L. Thomsen verður í álopinum.
Á bonkinum byrja Silas Eyðsteinsson, Ari Olsen, Ólavur Niclassen, Jákup B. Andreasen, Jann Benjaminsen, Petur Knudsen og Daniel Johansen.
Elias Rasmussen, sum hevur vart málið seinastu dysirnar, er ikki við í Finnland. Málverjin úr Víkingi hevur givið avboð vegna skúlagongd.