Nú er greitt, at Hegga Samuelsen verður hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum. FSF og Hegga Samuelsen hava gjørt avtalu, ið er galdandi næstu tvey árini

Jógvan Hendrik Samuelsen, ella Hegga, sum hann vanliga verður kallaður, er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum.

 

Fótbóltssamband Føroya og Hegga Samuelsen hava gjørt avtalu, sum í fyrsta umfari er galdandi fyri komandi EM-undankapping, sum byrjar í summar.

 

Hegga Samuelsen er ikki ókendur sum venjari í landsliðshøpi. Seinastu árini hava Hegga og Eli Hentze havt ábyrgdina av U15-landsliðnum við dreingjum. Sostatt heldur samstarvið millum Hegga og Eli fram. Fyrr í ár tók Eli Hentze nevniliga við sum høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum.

 

Føroyska U21-liðið spælir sín fyrsta dyst í hesum árinum tann 8. juni, tá okkara skulu royna seg í EM-undankappingardysti á útivølli ímóti Litava.

 

Skráin hjá U21-landsliðnum sæst her: Skráin 2017-2018