Hóast føroyska U21-landsliðið tapti 4-1 á útivølli fyri Týsklandi, so er avrikið á vøllinum góðtikið. Gestur Bogason Dam skoraði fyri Føroyar
Tað stóð nógv á týska heimaliðnum, tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki. Á Volksbank Stadion í Frankfurt var fullsett, og tað er nokk einki at ivast í, at týsku spælararnir og teirra heimaáskoðarar vóru sannførdir um, at hetta fóru teir at vinna.

Men á hinari hálvuni stóð ellivu føroyingar klárir at geva Týsklandi ein skarpan gang, og soleiðis bleiv eisini. Serliga í fyrra hálvleiki var talan um ein javnan dyst, sum eisini endaði við javnleiki 1-1. Føroyska málið skoraði Gestur Bogason Dam tveir minuttir áðrenn hvíldina.

Gestur kom at standa væl fyri eftir horna. og tá bólturin hevði lagt seg fyri føturnar á unga havnamanninum, var hann náðileysur. 1-1 á Volksbank Stadion, og tøgn kring vøllin, tó undantikið teir fáu áskoðararnir, ið vóru komnir at stuðla føroyska liðnum. Men teir hoyrdust hesa løtuna.

– Tað var stuttligt at spæla, serliga tá allir geva seg 100 prosent, og frammanfyri so nógvum áskoðarum. Týska liðið er mannað við ótrúliga góðum spælarum á øllum plássum, og tá er eisini stuttligt, at vit kunnu arga teir eitt sindur, segði føroyski málskjúttin, Gestur Bogason Dam eftir dystin.

Næst á skránni hjá okkara unga monnum er EM-undankappingardysturin ímóti Eysturríki, sum verður týsdagin á Generali Arena í Wien.

Týskland – Føroyar 4-1 (1-1)
1-0 Leroy Sané, 17’
1-1, Gestur B. Dam, 43’
2-1 Sonni Ragnar Nattestad (sjálvmál), 59’
3-1 Max Meyer, 63’
4-1 Julian Brandt, 73’


Myndir: Josva Thomsen