Føroyska U21-landsliðið tapti fyrsta dystin í undankappingini til EM 2017. Mótstøðuliðið var Aserbadjan, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til gestirnar
Mikudagin spældi føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2017. Dysturin varð spældur á Svangaskarði á Toftum, mótstøðuliðið var Aserbadjan, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til gestirnar.

Talan var annars um ein javnan, men eisini linligan dyst, við fáum málmøguleikum til báðar partar.

Einsamalla málið skoraði Azer Salahli tá níggju minuttir vóru eftir at spæla.

 

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum: