Føroyska U21-landsliðið tapti stórt fyri Finnlandi. Úrslitið gjørdist 6-1 til finnar, sum vóru á odda 4-1 í steðginum. Einsamalla málið hjá Føroyum skoraði Hákun Edmundsson
Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska U21-landsliðnum, tá finnar hósdagin í góðveðrinum vitjaðu á Tórsvølli. Longu í steðginum var støðan 4-1 til Finnland, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var støðan 6-1. Einsamalla málið hjá Føroyum skoraði Hákun Edmundsson.
Føroysku spælararnir stríddust annars væl allan dystin, og um og meir hepni var við okkara, kundu teir havt fingið okkurt mál afturat. Men finnarnir vóru sterkari á nærum øllum plássum, og ímóti endanum av dystinum spældu teir ein tryggan sigur heim.
Næsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður hósdagin 1. september, tá russar koma hendan vegin á vitjan.
Fleiri myndir frá dystinum kunnu síggjast her: U21 Føroyar – Finnland 1-6