Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið endaliga hópin til EM-undankappingardystin móti Norðurmakedónia, sum verður á Tórsvølli týsdagin klokkan 17:00
Týsdagin 19. november klokkan 17:00 skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, hesaferð á heimavølli móti Norðurmakedónia. Dysturin verður á Tórsvølli, og tað er ókeypis atgongd.
Síðani heimliga kappingin endaði síðst í oktober, hava Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, arbeitt við einum hópi, ið taldi 26 spælarar, sum síðani skuldi skerast niður í 20.
Tilsamans níggju venjingar við bruttohópinum hava verið á skránni, og nú er greitt, hvussu endaligi hópurin sær út, og hvørjir teir 20 verða, ið skulu dystast við norðurmakedónar.
Hópurin
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)
Ólavur Niclasen, KÍ
Andri Benjaminsen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, AB
Petur Knudsen, NSÍ
Daniel Johansen, HB
Hugin Samuelsen, B36
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, B36
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Adrian Justinussen, HB
Steffan Løkin, EB/Streymur