Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze hevur nú úttikið hópin til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, sum er á útivølli ímóti Litava tann 8. juni
Hósdagin 8. juni spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í komandi EM-undankapping. Dysturin verður á útivølli ímóti Litava, og umframt Føroyar og Litava, eru Danmark, Finnland, Georgia og Pólland eisini við í bólkinum.
– Nú gleða vit okkum at koma í gongd við eina nýggja undankapping. Vit hava ein góðan hóp, og fleiri av teimum, sum eru úttiknir hesaferð, hava royndir frá seinastu kapping, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.
Í fyrstu atløgu hevur venjarin boðsent 17 spælarum til dystin ímóti Litava, men ætlanin er at úttaka ein afturat tá komandi umfar í EFFO-deildini er spælt.
Teir fyrstu 17 eru hesir
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Ari Olsen, Skála
Benjamin Heinesen, B36
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreassen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Dan í Soylu, EB/Streymur
Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)
– Eg havi sæð tveir venjingardystir hjá litaviska U21-liðnum, og avbjóðingin verður at standa ímóti teirra vælvirkandi umstillingum. Men vit fara fyrst og fremst eftir góða avrikinum, ið er eyðkent av føroyska stríðsviljanum, og vit skulu eisini hava dirvi í okkara leikhátti, sigur Eli Hentze.
Undankappingin 2017/2018
2017
8. juni: Litava – Føroyar
31. august: Føroyar – Danmark
5. september: Finnland – Føroyar
10. oktober: Føroyar – Georgia
10. november: Føroyar – Pólland
2018
23. mars Georgia – Føroyar
8. juni Føroyar – Finnland
7. september: Pólland – Føroyar
12. oktober: Føroyar – Litava
16. oktober: Danmark – Føroyar