Tað verður Dánjal Godtfred úr FC Suðuroy, ið avloysir Leivur Joensen til U21-landsdystin millum Russland og Føroyar, sum verður um eina lítla viku
Hósdagin 12. november fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Russland tekur ímóti á Kuban Leikvøllinum í Krasnodar.
Men nú eina lítla viku áðrenn dystin er greitt, at Leivur Joensen, ið hevur røkt plássið á høgra bakki, ikki verður við ímóti russum.
Fyri at sleppa inn í Russland skulu allir í føroyska hópinum hava visum. Men umsóknin hjá Leivi Joensen er tíverri ikki blivin avgreidd til tíðina, og tí fær fuglfirðingurin ikki innfarðarloyvi.
Sostatt blivu venjararnir noyddir at gera eina broyting í hópinum stutt undan fráferð, og nú er greitt, at tað verður Dánjal Godtfred úr FC Suðuroy, ið avloysir Leiv Joensen.
U21 EM-undankappingardysturin millum Russland og Føroyar verður hósdagin 12. november, klokkan 16:00 føroyska tíð.