VIDEO: Í samrøðu við FSF Varpið sigur Bill McLeod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari, at hann væntar sterka mótstøðu, tá Russland tekur ímóti hósdagin. Føroyska liðið fer í øllum føri eftir tí eina stignum í Krasnodar
Hósdagin spælir føroyska U21-landsliðið fjórða dystin í EM-undankappingini. Hesaferð er mótstøðuliðið Russland.

Dysturin verður spældur í suðurrussiska býnum Krasnodar.

Í FSF Varpinum niðanfyri er samrøða við Bill McLeod Jacobsen, venjara.