Hósdagin spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2019. Spælt verður í Litava, og sambært Eli Hentze, venjara, eru allir spælararnir 100 prosent klárir

Hósdagin 8. juni klokkan 16:00 føroyska tíð spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið er Litava, og sambært venjaranum, Eli Hentze, so eru allir mans tøkir til uppgávuna.

 

– Vit hava eina venjing eftir, og tá vant verður á stadion, har dysturin skal verða. Nú verður dentur lagdur á at fáa tær seinastu taktisku avtalurnar upp á pláss. Allir eru klárir at avrika 100 prosent, ið er mest avgerandi í royndini at fáa stig burturúr, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

U21 EM-undankappingardysturin millum Litava og Føroyar verður á Telsiai Central Stadion. Dysturin kann síggjast á www.fsf-livestream.com