Samstundis sum U17-endaspølini hjá gentum og dreingum eru avlýst, hevur UEFA avgjørt at U19-kappingarnar skulu spælast. Hetta merkir, at føroysku U19-liðini við gentum og dreingjum skulu til tvær EM-undankappingar í 2021

——————

Fyrr í vikuni varð greitt, at EM-endaspælið fyri U17 Gentur, sum skuldi verða í Føroyum í mai mánað komandi ár, er avlýst. Tað sama er galdandi fyri U17-endaspælið fyri dreingir, sum skuldi verða spælt á Kýpros. Orsøkin er koronafarsóttin sum herjar, og tí hevur UEFA tikið hesa avgerð.

Harafturímóti hevur altjóða fótbóltssamgongan avgjørt at EM-endaspølini fyri U19 Dreingir og U19 Gentur verða spæld í summar. Fyri føroysku U19-liðini merkir hetta, at tey skulu luttaka í tveimum EM-undankappingum í 2021.

Tann fyrra hjá dreingjunum verður í Belgia frá 22. til 31. mars, har mótstøðulondini verða Spania, Belgia og Finnland. Spælir føroyska liðið seg víðari, skulu teir til eitt millumumfar (Elite Round) í mai ella juni, og síðan verður EM-endaspælið í Rumenia í juli mánað.

Seinna EM-undankappingin fyri U19-dreingirnar verður í Grikkalandi frá 8. til 17. november. Har skal føroyska liðið royna seg ímóti Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi.

Og meðan bíðað verður eftir lutakastinum til seinnu EM-undankappingina, sum U19-genturnar skulu til í komandi ári, er greitt, at fyrra EM-undankappingin verður í Póllandi frá 4. til 14. apríl. Føroyar eru har í bólki saman við Noregi, Póllandi og Bosnia-Hersigovina.

Spæla genturnar seg víðari, skulu tær til millumumfarið (Elite Round) í juni mánað, áðrenn sjálvt EM-endaspælið verður í Hvítarusslandi í juli ella august.

Lutakastið til EM-undankappingarnar fyri U19 Gentur og U17 Gentur, sum eru á skránni í heyst, verður um mánaðarskiftið februar-mars.