Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini í Bulgaria. Vertirnir vunnu 2-0
Á middegi leygardagin spældi føroyska U19-landsliðið við dreingjum næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum er í Bulgaria.
Mótstøðuliðið hesaferð vóru bulgarsku vertirnir, og eftir málleysan fyrra hálvleik, eydnaðist Bulgaria at fáa tvey mál eftir steðgin. Úrslitið hevur við sær, at Bulgaria hevur tryggjað sær víðari luttøku í undankappingini.
Triðja og seinasta umfar í kappingini verður spælt týsdagin. Tá møtast Føroyar og Ísland.
Niðanfyri ber til at síggja allan dystin millum Bulgaria og Føroyar.
Skráin
8. november kl. 16:30 Ongland – Føroyar 6-0
11. november kl. 12:30 Bulgaria – Føroyar 2-0
14. november kl. 12:30 Føroyar – Ísland