Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í EM-undankappingini í Rumenia. Sveisar vunnu dystin 4-0
Tað gekk ikki heilt eftir ætlan fyri føroyska U19-landsliðið við dreingjum, tá Føroyar og Sveis hittust í øðrum umfari í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Rumenia.

Føroyska liðið kom annars væl frá byrjan, og fyrstu løtuna høvdu okkara dreingir fult tamarhald á støðuni. Tað kendist tí sum ein vátur vøttur í andlitið, at sveisar megnaðu at skora tvey mál beint fyri steðgin.

Í seinna hálvleiki royndi føroyska liðið at stríða seg inn í dystin, men endaliga avgerðin fall, tá Sveis skoraði til 3-0 eftir 65 minuttir. Eitt mál kom afturat, og so endaði tað við 4-0 tapi. Stóri spælarin í dystinum var nummar 17 hjá Sveis, Kwawo Duah, ið gjørdi trý av teimum fýra sveisiku málunum.

Føroyska liðið spældi væl fram eftir vøllinum, men verjuspælið var ikki eins sannførandi hesaferð, sum tað var í fyrsta dystinum.

– Teir vóru nógv neyvari og meir avgjørdir í teirra málroyndum, meðan vit kanska ikki vóru ordiliga klárir frá byrjan. Sveisar vunnu eisini teir flestu nærdystinar, segði Betuel Hansen, liðskipari á føroyska U19-liðnum.

Týsdagin spæla Føroya seinasta dystin í EM-undankappingini í Rumenia. Dysturin verður ímóti Andorra, sum somuleiðis hevur tapt báðar teir fyrru dystirnar. Sveis og Rumenia skulu tá stríðast um fyrsta pláss í bólkinum.

– Um vit skulu hava nakran møguleika ímóti Andorra, so skulu vit vera nógv meira klárir, tá dysturin byrjar, og eisini vera tættari í nærdystunum, sigur Betuel Hansen.