John Petersen, U19-landsliðsvenjari hjá gentum, hevur úttikið hópin, sum í oktober skal til innleiðandi EM-undankapping í Moldova
Í døgunum 16. til 22. oktober fer føroyska U19-landsliðið við gentum til Moldova, har innleiðandi EM-undankapping verður á skránni. Umframt Føroyar og vertslandið, verða Frakland og Italia eisini við í kappingini.
Hetta verður heilt avgjørt hørð mótstøða, og tað er venjarin, John Petersen fult greiður yvir, men eingin ivi skal vera um, at føroyska liðið fer at gera alt tær kunnu, fyri at fáa so gott úrslit sum tilber, og so ætlar venjarin sær stig ímóti Moldova.
– Frakland og Italia eru tvey av teimum heilt góðu europeisku londunum, so tað liggur ikki fremst at halda, at vit skulu hava stig ímóti teimum. Men vit fara sjálvandi at gera okkara allar besta, og ímóti Moldova trúgvi eg uppá at vit kunnu gera ein vørr, og helst fáa trý stig, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Hópurin
Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ
Rebekka E. Danielsen, Forus og Gausel (NOR)
Birita Bergsdóttir Nielsen, B68
Nadja Dam Johannesen, HB
Ninna Hansen, HB
Rebekka F. Benbakoura, HB
Tórunn Jøjgaard Joensen, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Lea Hansen, HB
Andrea Silja S. Hoydal, AaB Ålborg (DEN)
Oddny Lind Jacobsen, B36
Rebekka Klein Olsen, Team Viborg, DEN)
Sara Samson Lamhauge, HB
Poula Andreasen, HB
Hansina Ronaldsdóttir, B68
Julia Naomi Mortensen, HB
Skráin
16. oktober Frakland – Føroyar (kl. 11:00)
19. oktober Italia – Føroyar (kl. 11:00)
22. oktober Føroyar – Moldova (kl. 11:00)