John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið føroyska hópin, sum seinni í mánaðinum skal til menningarkapping í Litava
Í døgunum 25. til 28. apríl skal føroyska U19-landsliðið við gentum taka lut í UEFA menningarkapping í Litava. Umframt Føroyar og vertslandið, verður Slovakia eisini við í kappigini.
John Petersen er venjari hjá U19-gentunum, og nú góðar tríggjar vikur undan fráferð, hevur venjarin sett nøvn á tær 18, ið hava fingið landsliðsboð.
– Hetta er ein spennandi hópur, ið vit fara avstað við. Tær flestu spæla regluliga í bestu kvinnudeildini, umframt at fleiri hava verið rundanum A-landsliðið, og nakrar eru eisini við í hópinum til kappingina, sum nú verður spæld í Føroyum, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Tær, ið eru úttiknar, eru hesar
Barbara M. Høgnesen, B36
Sarita Maria Mittfoss, B36
Birita B. Nielsen, B68
Hansina Ronaldsdóttir, B68
Jónfríð Johannesen, B68
Oddný Lind Jacobsen, B68
Lea Hansen, HB
Nadja Dam Johannesen, HB
Ninna Hansen, HB
Rebekka F. Benbakoura, HB
Bjørg Dalheim Djurhuus, ÍF/Víkingur
Inga Maria Janusardóttir, ÍF/Víkingur
Amanda Johannesen, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Marjun á Lakjuni, KÍ
Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
SKRÁIN
27. apríl Slovakia – Føroyar
28. apríl Føroyar – Litava
Føroyska ferðalagið fer úr Vágum týsmorgunin 25. apríl klokkan 08:30, og verður aftur í Føroyum fríggjakvøldið 28. apríl klokkan 19:45.
– Vit koma at møta sera sterkari mótstøðu í heyst, tá vit skulu til innleiðandi EM-undankapping, so tað er gott slíkari kapping sum hesari, sigur John Petersen.