Venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg, sum verða 6. og 8. juni
– Eg kenni ikki so nógv til Luksemborg, men eg rokni við at vit kunnu geva teimum ordiliga móstøðu, og vit fara sjálvandi eftir at vinna báðar dystirnar, sigur Jógvan Martin Olsen, ið nú stendur á odda fyri føroyska U19-landsliðnum við dreingjum.
Í døgunum 6. og 8. juni skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum spæla tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg. Dystirnir verða spældir á Stade de Municipal í býnum Rumelange.
Nógv teir flestu dreingirnir, ið eru partur av U19-landsliðnum, spæla í EFFO-deildini, í 1. deild og og í kappingini fyri Dreingir U18. Tað er tí ikki bara sum at siga tað, at samla hópin til fyrireikingar og venjing, tí landsliðsspælararnir eru nógv upptiknir í feløgunum.
– Vit hava fyrireikað okkum so væl sum tilber, sjálvt um tað er avbjóðandi at fáa spælararnar til landsliðsvenjing. Higartil hava fýra úttøkuvenjingar verið á skránni, men endaligi hópurin hevur framvegis ongantíð vant saman. Tað kemur tískil væl við, at vit nú fáa tveir venjingardystir, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.
Teir 18, ið eru úttiknir til venjingardystirnar ímóti Luksemborg, eru hesir:
Mathias H. Lamhauge, HB
Rói Mørk Hentze, B36
Arnbjørn S. Olsen, Víkingur
Petur í Túni Petersen, Víkingur
Andri Benjaminsen, NSÍ
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Andrias Edmundsson, B68
Hugin Samuelsen, B36
Magnus Holm Jacobsen, B36
Mourits Heini Mortensen, NSÍ
Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn
Aron Knudsen, NSÍ
Gilli Samuelsen, B36
Tórur Jacobsen, KÍ
Tonni Joensen, Víkingur
Aksel Bjartalíð Danielsen, KÍ
Hannes Agnarsson, B36
Hans Jákup Anfinnsson, HB
Ferðalagið fer úr Vágum sunnudagin 4. juni, og verður heima aftur í Føroyum fríggjadagin 9. juni.
Í november mánað skal U19-landsliðið til innleiðandi EM-undankapping í Bulgaria. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Ísland og Ongland eisini við í kappingini.