Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið U19-hópin við dreingjum, sum frá 12. til 17. november skal til EM-undankapping í Rumenia
Venjararnir hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen, hava úttikið føroyska hópin, sum frá 12. til 17. november skal taka lut í EM-undankapping í Rumenia.
Sum fyrireiking til kappingina fer føroyska liðið á venjingarlegu í Farum í Danmark eina lítla viku áðrenn fyrsta dystin, sum verður ímóti Rumenia hósdagin 12. november.
Umframt Føroyar og vertslandið, vera Sveis og Andorra eisini við í kappingini.
Teir 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Símun J. Wolles, EB/Streymur
Karstin Hansen, NSÍ
Bartal Wardum, HB
Hjalti Strømsten, Víkingur
Ari Olsen, Skála
Mikkjal á Bergi, KÍ
Bjarni Petersen, B36
Daniel Johansen, HB
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)
Janus S. Samuelsen, Brøndby IF (DEN)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Pætur J. Petersen, B36
Rói H. Olsen, EB/Streymur
Teit Jacobsen, HB
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)
Adrian Justinussen, HB
Skráin
12. november: Rumenia – Føroyar
14. november: Føroyar – Sveis
17. november: Andorra – Føroyar
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum 18. november.