Føroyska U19-landsliðið við dreingjum endaði EM-undankappingina í Rumenia við at spæla javnleik 1-1 móti Andorra. Ari Olsen skoraði fyri Føroyar
Týsdagin spældi føroyska U19-landsliðið við dreingjum triðja og seinasta umfar í EM-undankappingini, ið síðstu dagarnar hevur verið í Rumenia. Mótstøðuliðið var Andorra, og úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.

Andorra, sum frammanundan hevði tapt tepurt fyri Sveis og Rumenia, legði seg á odda tíðliga í dystinum. Eftir hetta legði Anodrra stóran dent á verjuspælið, samstundis sum teir royndu at hótta við einstøkum mótálopum.

Føroyska liðið hevði bóltin nógv og leitaði støðugt eftir útjavnandi málinum. Deyðbóltsstøðurnar vóru eisini naskar, og í eina førinum fór fríspark frá Adrian Justinussen á tvørstongina.

Í seinna hálvleiki øktist føroyska trýstið, og tá eitt korter var eftir at spæla kom útjavnandi málið, tá Ari Olsen skoraði fyri Føroyar.

Okkara dreingir spældu seg eisini fram til fleiri aðrar vandamiklar støður, og í tí eina førinum varð bjargað á sjálvari málstrikuna, tá Meinhard Olsen royndi seg við skoti.

Men fleiri mál komu ikki, og tí fingu Føroyar og Andorra hvør sítt stig, og tað tóktust teir hjá Andorra at vera betri nøgdir við.

Endaliga støðan gjørdist, at Sevis vann bólkin við fullum stigatali. Rumenia bleiv nummar 2 við seks stigum, meðan Andorra og Føroyar fingu eitt stig í part.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar mikudagin.

Føroyar:
12. Karstin Hansen (GK), 2. Ari Olsen, 4. Bjarni Petersen, 6. Petur Knudsen (3. Pætur Ejdesgaard, 90’), Adrian Justinussen (17. Pætur Petersen, 75’), Betuel Hansen (C) (18. Janus S. Samuelsen, 75’), 10. Meinhard E. Olsen, 11. Teit Jacobsen, 13. Daniel Johansen, 14. Hjalti Strømsten og 15. Jákup Andreasen

Eykaspælarar:
1. Símun Jóhan Wolles (GK), 5. Mikkjal á Bergi og 16. Rói H. Olsen

Venjarar:
Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen

Fleiri hagtøl frá dystinum síggjast her: UEFA.com / Andorra U19 – Føroyar U19 1-1