Føroysku U19-genturnar vunnu seinasta dystin í EM-undankappingini í Finnlandi. Evy á Lakjuni og Durita Hummeland skoraðu málini í 2-0 sigrinum á Kasakstan
– Eg eri sera fegin um, at stríðsviljin og disiplinin á liðnum hevur verið so góð. Eftir tveir sera strævnar dystir, har okkara fyri tað mesta runnu aftaná, megna vit í hesum dystinum at hava tað yvirskotið, sum ger, at vit bæði leikliga og orkumessiga eru betri enn Kasakstan, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.
Tað eydnaðist føroysku U19-gentunum at vinna seinasta dystin í EM-undankappingini, ið síðstu dagarnar er spæld í Eerikkila í Finnlandi. Mótstøðuliðið var Kasakstan, og við hvør sínum máli frá Evy á Lakjuni og Duritu Hummeland endaði dysturin við 2-0 sigri til Føroyar.
Føroysku genturnar vóru leikliga omaná allan dystin, hóast munurin á liðunum ikki var stórur. Fyrra málið skoraði Evy á Lakjuni eftir beinleiðis hornaspark, meðan seinna málið kom eftir beinleiðis fríspark beint uttanfyri brotsteigin, sum Durita Hummeland setti í netið.
Kasakstan royndi eisini í sínum lagi, men føroyska verjan fekk steðgað tí mesta. Bert í tí eina førinum var veruligur vandi á ferð, tá eitt langskot varð sent ímóti málinum. Men Anna S. Hansen var vakin og fekk beint bóltin út til horna.
– Vit høvdu nógv fleiri málmøguleikar enn hinar, og millum annað vilja okkara spælarar vera við, at bólturin var innanfyri málstrikuna, tá Durita Mikkelsen í tí eina førinum setti høvdið á eftir hornaspark.
– Annars eri eg sera glaður vegna allar genturnar, at tær fáa hetta ”succesupplivilsi”. Hugburðurin hjá øllum hevur verið framúr góður, so hetta hava tær veruliga uppiborið, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Finnland vann kappingina við fullum stigatali, 9 stigum. Í seinasta dystinum vunnu finsku genturnar 3-0 á Íslandi, sum endaði á 2. plássi við 6 stigum. Føroyar fingu 3 stig, meðan Kasakstan einki stig fekk.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar mikudagin.
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Kasakstan – Mynd: Ingun Hansen