Tað eydnaðist føroyska U19-landsliðnum við gentum at vinna tryggan 4-1 sigur á Litava í menningarkappingini, sum í vikuni hevur verið í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius

– Genturnar vóru øgiliga uppsettar uppá at vaska minni góða avrikið ímóti Slovakia av sær – ímóti Litava varð kempað allan dystin á tamb, og tað gav av álvara úrslit, sigur John Petersen, venjari.

 

Síðstu dagarnar hevur føroyska U19-landsliðið við gentum verið til UEFA menningarkapping í Vilnius í Litava. Í fyrra dystinum, sum bleiv spældur hósdagin, tapti føroyska liðið 6-2 fyri Slovakia, men ímóti vertunum varð úrslitið nógv betri, og tá avtornaði stóð 4-1 til Føroyar á máltalvuni.

 

Føroysku málini gjørdu Rebekka Benbakoura, Sarita Mittfoss og Evy á Lakjuni, meðan fjórða málið var sjálvmál, tá roynd frá Rebekku varð avrættað.

 

– Tað var annars rímuliga javnt, men føroyski stríðsviljin bar okkara gentur langt. Sum heild var hetta ein góður túrur, og tað var ótrúliga deiligt at vit megnaðu at reisa okkum aftaná fyrra dystin, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Næsta uppgáva hjá U19-landsliðnum við gentum verður í oktober, tá innleiðandi EM-undankapping er á skránni í Moldova.

 

Mynd: Odmar Selfoss