U19-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í EM-undankappingini í Finnlandi. Úrslitið ímóti finsku vertunum gjørdist 8-0 til Finnland
– Eg eri hvørki nøgdur við úrslit ella spæl, men eg eri tó glaður fyri at genturnar ongantíð fullu í fátt, men hildu á at stríðast allan dyst. Tí annars kundi tapið verði nógv størri, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

Føroyska U19-landsliðið við gentum fekk av álvara oyruni í maskinuna í næsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Eerikkila í Finnlandi.

Hósdagin taptu okkara gentur fyri Íslandi, og leygardagin var mótstøðuliðið Finnlandi. Úrslitið ímóti finsku vertunum gjørdist 8-0 til Finnland, sum var frammanfyri við fimm málum í steðginum.

– Áðrenn kappingina vistu vit, at mótstøðan frá Íslandi og Finnlandi fór at verða øgilig, og soleiðis bleiv eisini. Men vit trúgva veruliga uppá møguleikan í seinasta dystinum, sum er ímóti Kasakstan, og tá fara vit eftir einum so góðum úrsliti sum tilber – helst øllum trimum stigunum, sigur John Petersen, ið saman við Ingun Hansen stendur á odda fyri U19-landsliðnum við gentum.

Seinasta umfar í kappingini verður spælt týsdagin.