Føroyska U19-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum er til menningarkapping í Litava, tapti fyrsta dystin í kappingini. Slovakia vann 6-2

– Eg eri hampuliga væl nøgdur við fyrra hálvleik, men í seinni hálvleiki var avrikið ikki gott. Arbeiðsinnsatsurin var ikki nóg góður hjá fleiri, og tekniska støði haltaði eisini eitt sindur, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

 

Tað var annars føroyska liðið, ið kom á odda, bæði 1-0 og 2-1. Fyrra málið var sjálvmál, meðan Evy á Lakjuni gjørdi tað seinna. Tá fari var til hálvleik stóð á jøvnum 2-2, og tí varð sæð við spenningi fram til seinnu 45 minuttirnar. Men tá gekk verri. Úrslitið gjørdist 6-2 til Slovakia.

 

– Onkur spælari kundi vera nøgdur við sítt avrik, men sum heild var hetta ikki í lagi, og dysturin, serliga seinni hálvleikur, skal gloymast skjótast gjørligt. Nú skulu vit bara fokusera uppá næsta dyst, sum verður fríggjadagin, og so reisa vit okkum aftur, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Umframt Føroyar og Slovakia, er vertslandið, Litava eisini við í kappingini.

 

FØROYAR
12. Inga Maria Janusardóttir (GK), 2. Ninna Hansen, 3. Jónfríð Johannesen, 4. Birita B. Nielsen (C), 5. Nadja D. Johannesen, 6. Hansina Ronaldsdóttir, 8. Sarita Mittfoss, 9. Evy á Lakjuni, 11. Lea Hansen, 13. Bjørg D. Djurhuus og 17. Rebekka Benbakoura

 

Eykaleikarar
1. Barba S. Hansen, 7. Tórunn H. Joensen, 10. Tóra Mohr, 13. Oddny L. Jacobsen, 14. Marjun á Lakjuni, 16. Amanda Johannesen og 18. Barbara M. Høgnesen (allar komu á vøllin í seinna hálvleiki).

 

Føroysku genturnar, við Biritu Bergsdóttir Nielsen á odda, til reiðar at fara á vøllin at dystast við Slovakia – Mynd: Odmar Selfoss