Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Finnlandi. Okkara gentur taptu 5-0 fyri Íslandi
– Vit spældu ímóti einum góðum liði, og mugu nokk viðganga, at íslendski sigurin var uppiborin. Sum heild eri eg nøgdur við arbeiðsinnsatsin hjá okkara gentum, men vónandi kunnu vit betra um okkara spæl til næsta dyst, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.
Hósdagin spældi føroyska U19-landsliðið við gentum fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld Eerikkila í Finnlandi. Fyrsta mótstøðuliðið var Ísland, og úrslitið gjørdist 5-0 til íslendsku genturnar, sum vóru frammanfyri við trimum í steðginum.
– Tekniski førleikin hjá Íslandi var á væl hægri støði enn okkara, og tað var sum heild stóri munurin á liðunum. Har afturat skal sigast, at tær íslendsku gjørdu alt fyri at fáa so nógv mál sum gjørligt, tí í síðsta enda kann tað verða málmunurin, ið verður avgerandi, hvør vinnur bólkin, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Næsti dystur hjá okkara gentum verður leygardagin, tá føroyska liðið skal møta vertunum úr Finnlandi. Fjórða landið í bólkinum er Kasakstan, sum okkara lið skal spæla ímóti týsdagin.