Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti næsta dystin í EM-undankappingini. Kroatar vunnu 5-0, sum eisini var fult uppiborið. Men búkilska órógvar føroyska hópin, og hon gjørdi eisini um seg í dystinum ímóti Kroatia
– Vit vóru greitt við undirlutan, og hóast vit iðra okkum um støddina á tapinum, mugu vit viðurkenna, at kroatar vóru betri og vunnu fult uppiborið, sigur Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbjørn Joensen, er venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum.

Føroysku dreingirnir fingu annars eina góða byrjan á kappingina, við at vinna 2-1 í fyrsta dystinum, sum var ímóti Montenegro. Men fríggjadagin var Kroatia mótstøðuliðið, og tað gjørdist til ein greiðan 5-0 sigur til kroatar, sum vóru á odda við tveimum í hálvleikinum.

Dysturin bleiv spældur á einum sera bleytum og tungum vølli, og føroysku spælararnir høvdu ilt við at fóta sær. Hinvegin tóktust kroatarnir meira vandir við støðuna, og hetta sást eisini aftur í spælinum.

Búkilska hevur eisini órógvað føroyska hópin. Onkur spælari fekk ikki spælt í dystinum ímóti Kroatia, og aðrir spældu, sjálvt um teir ikki vóru heilt frískir. Millum annað vóru venjararnir noyddir at gera tvær útskiftingar í seinna hálvleiki orsaka av sjúku.

Men okkara dreingir fella ikki í fátt fyri tað, og kunnu sjálvir avgera, um teir skulu spæla seg víðari í kappingini.

– Vit hava framvegis møguleika at spæla okkum víðari til næsta umfar, og tí møguleikanum fara vit eftir. Dysturin ímóti Kypros mánadagin verður ein finala um 2. plássið í bólkinum, og vit fegnast sjálvandi um, at vit hava hendan gylta møguleikan. Men treytirnar eru greiðar: Vit skulu vinna á Kypros, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

 

Dysturin millum Montenegro og Kypros endaði við 1-0 sigri til kypriotar. Eftir tvey umfør hevur Kroatia 6 stig, Føroyar og Kypros hava 3 stig í part, meðan vertslandið Montenegro framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar í kappingini. Triðja og seinasta umfar verður spælt týsdagin 14. november klokkan 10:00, føroyska tíð.

FØROYAR
12. Rói Zachariasen (GK) – 3. Ari Olsen, 4. Bjarni Petersen, 5. Ólavur Niclasen, 16. Andri Benjaminsen (13. Petur í Túni Petersen, 64’) – 10. Teit Jacobsen (2. Jóhan Waag Høgnesen, 79’), 17. Mórits Heini Mortensen, 6. Jákup B. Andreasen, 15. Erlendur Magnusson, 18. Pætur Petersen (9. Hannes Agnarsson, 59’) – 8. Petur Knudsen

Eykaspælarar
1. Rói Mørk Hentze, 7. Janus Svabo Samuelsen, 11. David Muller og 14. Hjalti Kárason Djurhuus

Venjarar
Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen