John Petersen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða føroyska U18-landsliðið við gentum til UEFA menningarkapping í Estlandi
Í døgunum 3. til 9. apríl fer føroyska U18-landsliðið við gentum til menningarkapping í Tallinn í Estlandi, sum UEFA skipar fyri.
Umframt Føroyar og Estland, vera hini bæði baltisku londini, Lettland og Litava eisini við í kappingini.
John Petersen er landsliðsvenjari hjá U18-gentunum, og tær 18, ið venjarin, í samstarvi við hjálparvenjaranum, Ingun Hansen, hevur úttikið til kappingini í Tallinn í Estlandi, eru hesar:
Randi á Bergi, KÍ
Eyðgerð Mikkelsen, B68
Birita B. Nielsen, B68
Jónfríð Johannesen, B68
Masa Kallsberg, KÍ
Marjun á Lakjuni, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Nadia Johannesen, HB
Ninna Hansen, HB
Barbara M. Høgnesen, B36
Bjørg D. Djurhuus, ÍF/Víkingur
Tóra Mohr, KÍ
Hansina Ronaldsdóttir, B68
Erla Christiansen, KÍ
Lea Hansen, HB
Evy á Lakjuni, KÍ
Sarita Mittfoss, B36
Rebekka Banbakoura, HB
Skráin:
3. apríl/ferðing: Føroyar – Keypmannahavn (kl. 14:55)
3. apríl/ferðing: Keypmannahavn – Tallinn (kl. 20:55)
5. apríl: Føroyar – Litava
6. apríl: Lettland – Føroyar
8. apríl: Føroyar – Estland
9. apríl/ferðing: Tallinn – Keypmannahavn (kl. 07:05)
9. apríl/ferðing: Keypmannahavn – Føroyar (kl. 12:55)