Føroyska U18-landsliðið við gentum vann fyrsta dystin í UEFA Menningarkappingini í Litava. Mótstøðuliðið var Lettland, og úrslitið gjørdist 3-1 til Føroyar
– Genturnar vístu framúr góðan hugburð. So gott sum einki riggaði fyrstu 20 minuttirnar, men kortini halda tær fram við at stríðast, og spældu restina av dystinum við stórum yvirskoti. Soleiðis sigur John Petersen, venjari, um fyrsta dystin hjá U18-landsliðnum við gentum, sum í hesum døgum taka lut í UEFA Menningarkapping í Litava.

Mótstøðuliðið var Lettland, og endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til Føroyar. Tað var annars Lettland sum tíðliga í dystinum kom á odda, tá tær við beinleiðis frísparki løgdu seg á odda.

Men stutt fyri steðgin skoraði føroysku genturnar tvær ferðir. Tá 44 minuttir vóru spældir javnaði Milja Simonsen, og bara ein minutt seinni legði Jónvá Hentze Føroyar fram um 2-1.

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. Føroysku genturnar høvdu fult tamarhald á dystinum, og tá eitt korter var eftir at spæla økti Hjørdis Rasmusdóttir til 3-1.

– Vit hava 17 spælarar við í Litava, og í hesum dystinum komu allar á vøllin. Tískil høvdu allar sín leiklut í hesum frálíka sigri, sigur ein væl nøgdur John Petersen úr Kaunas í Litava.

Næsti dystur í kappinini verður í morgin (hósdagin), tá okkara skulu royna seg ímóti litavisku vertunum.

Føroyar: 16. Annika Dam, 3. Hjørdis Rasmusdóttir, 17. Arnborg Lervig, 2. Durita Hummeland, 6. Elisabet Vang, 10. Hervør Olsen, 15. Lív Arge, 8. Gudný Johannesen, 11. Kára Djurhuus, 14. Jónvá Hentze og 7. Milja Simonsen.

Í seinni hálvleiki komu hesar á vøllin:
4. Bjørt Holm, 5. Guðrið Thomsen, 9. Ása á Reynatúgvu, 13. Randi Fagradal, 16. Sólrun Thomsen og 18. Durita Mikkelsen.

Venjarar:
John Petersen og Ingun Hansen.