Føroyska U18-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í menningarkappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Lettlandi. Úrsltið gjørdist 4-3 til Turkaland
– Genturnar stríddust sera væl allan dystin, og høvdu helst uppiborið stig. Men mótstøðuliðið var gott, og gjørdu eisini ímóti reglunum hjá UEFA viðvíkjandi spælitíð til allar – hetta fyri at vinna dystin. Eg eri nøgdur við avrikið, men ikki úrslitið, sigur John Petersen, venjari.
Turkaland var fyrsta avbjóðingin hjá føroyska U18-landsliðnum við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Riga í Lettlandi. Og føroyska liðið kom eisini væl frá byrjan, og longu tá fyrri hálvleikur var lítið meir enn hálvrunnin var støðan 3-0 til Føroyar. Men tá avtornaði fóru tær turkisku avstað við øllum. Úrslitið gjørdist 4-3 til Turkaland.
Tá 13 minuttir vóru spældir legði Rebekka Danielsen Føroyar á odda, og lítla løtu seinni økti Jensa Tórolvsdóttir til 2-0, áðrenn Kristin Højsted í 23. minutti skoraði til 3-0. Turkalandi eydnaðist tó at minka um munin við brotssparki beint fyri steðgin.
– Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik, har allar avtalur verða hildnar, og genturnar eru sera effektivar framman fyri málinum. Dagsins spælari hjá okkum, Randi á Bergi, er eisini viðvirkandi til, at vit eru á odda 3-1. Í seinna hálvleiki gera vit fleiri mistøk, kanska orsaka av møði – og tíverri fáa turkar trý mál afturat, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Næsti dystur hjá føroyska U18-landsliðnum verður mánadagin, tá Lettlandi er mótstøðuliðið. Ferðalagið kemur aftur til Føroyar týsdagin.
Føroyska liðið byrjaði soleiðis
Randi á Bergi (G), Poula Andreasen, Jensa Tórolvsdóttir, Sara S. Lamhauge, Julia N. Mortensen (C), Kristin Højsted, Hanna K. Poulsen, Julia Helena Henriksen, Rebekka K. Olsen, Rebekka E. Danielsen og Sanna Jacobsen.
Í seinna hálvleiki komu hesar á vøllin
Ása S. Carlsen, Bjarta Djurhuus, Rúna Olsen, Sólva Strøm Olsen, Andrea Hoydal (G), Rebekka Gjógvará og Sonja Dalsgaard.
Aftaná dystin var føroyski málverjin, Randi á Bergi kosin til dagsins spælara – Mynd: Trygvi Mortensen