Seinnapartin mánadagin var lutakast um, hvussu spælast skal í EM-endaspælinum fyri U17-landslið. Føroyar komu í bólk B saman við Fraklandi, Skotlandi og Ungarn. Dysturin móti Fraklandi verður vístur beinleiðis á EuroSport2

– Eg eri væl nøgdur. Soleiðis sigur Áki Johansen, venjari hjá føroyska U17-landsliðnum, eftir at lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í EM-endaspælinum, sum verður í Kroatia frá 3. til 19. mai.

 

Føroyar komu í bólk B saman við Fraklandi, Skotlandi og Ungarn. Dystirnir verða spældir 3., 6. og 9. mai.

 

– Vit eru komnir í ein truplan bólk, men tað kundi verði verri. Ungarn var eitt av liðunum, sum vit hopaðu at møta. Skotlandi hava vit spælt ímóti fyrr, og sjálvt um vit taptu, so passa teir væl til okkara spælistíl. So er tað Frakland. Teir kenni eg ikki so nógv til, men eg ivist onga løtu í, at teir eru góðir, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað verður gjørt heilt nógv burtur úr EM-endaspælinum fyri U17-landslið, og stóru miðlarnir verða eisini upp á pláss í Kroatia hesar dagarnar. Og longu nú er greitt, at dysturin millum Frakland og Føroyar verður vístur beinleiðis á EuroSport 2

 

SKRÁIN

3. mai Føroyar – Skotland (kl. 11:00, føroyska tíð)

6. mai Frakland – Føroyar (kl. 11:00 føroyska tíð)

9. mai Føroyar – Ungarn (kl. 15:00 føroyska tíð)

 

Bólkur A: Kroatia, Spania, Turkaland og Italia

Bólkur B: Føroyar, Frakland, Skotland og Ungarn

Bólkur C: Týskland, Írland, Bosnia/Hersigovina og Serbia

Bólkur D: Ongland, Holland, Noreg og Ukreina