MYNDIR: Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini triðja dystin í EM-endaspælinum. Úrslitið ímóti Ungarn, sum endaði ovast í bólkinum, gjørdist 4-0 til ungarar

– Eg eri nøgdur við innsatsin hjá okkara spælarum, men eg eri ikki nøgdur við úrslitið. Og vit eru sjálvandi skuffaðir, nú vit eru lidnir í kappingini, men samanumtikið eri eg ótrúliga stoltur av hesum liðnum.

 

Soleiðis sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen hevur staðið á odda fyri U17-landsliðnum við dreingjum seinastu sjey árini. Men nú er liðugt. Nýggjur venjari fer at taka yvir, og aðrar uppgávur og avbjóðingar standa fyri framman.

 

Í triðja og seinasta dystinum í EM-endaspælinum í Kroatia, var Ungarn mótstøðuliðið. Ungarar komu væl frá byrjan í kappingini við at vinna 3-2 á Fraklandi, og síðani javnleik 1-1 ímóti Skotlandi.

 

Eitt stig ímóti Føroyum var tí nóg mikið fyri at tryggja sær víðari luttøku í kappingini. Men ungarar lótu kortini ongan iva verða um, at teir ætlaðu sær øll stigini, og tá avtornaði vann Ungarn 4-0, eftir 3-0 leiðslu í steðginum.

 

MYNDIR

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Frakland 2-1 á Skotlandi. Úrslitini hava við sær, at Ungarn endar nummar 1, Frakland nummar 2, Skotland nummar 3, og Føroyar nummar 4. Í fjórðingsfinalunum skal Ungarn møta Turkalandi, meðan Frakland møtir Spania.

 

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur til Føroyar seinnapartin mikudagin. Okkara allarfyrsta EM-endaspæl er hervið avgreitt, og vit lærdu eina rúgvu. Nú er bara at vóna, at tað næsta ikki er alt ov langt burtur.