Seinnapartin týsdagin, tveir dagar seinkaðir, kom U17-landsliðið við dreingjum umsíðir til Kýpros. Næstu dagarnar skal føroyska liðið spæla ímóti Írlandi, Kýpros og Slovakia

– Hetta gekk ikki akkurát soleiðis, sum vit ætlaðu, men nú eru vit so komnir upp á pláss, og vit eru klárir til fyrsta dystin, sum er ímóti Írlandi, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari.

 

Tað gekk ikki akkurát sum ætlað, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum sunnumorgunin setti kós ímóti Kýpros, har næsta innleiðandi umfarið í EM-undankappingini (Úrvalskapping/Elite Round) skal spælast næstu dagarnar.

 

Eftir ætlan skuldi U17-hópurin koma til Kýpros sunnudagin, men vindur og ”sandstormur” á Kýpros hevði við sær, at flogfarið slapp ikki at seta seg, men mátti venda aftur til Wien í Eysturríki, har tað kom frá. Týsdagin varð so roynt aftur, og tá gekk betri. Komnir til Larnaca, varð koyrt í tveir tímar við bussi til Paphos, har liðið býr, og skal spæla sínar dystir.

 

– Vit hava havt okkara fyrstu venjing her, og umstøðurnar eru góðar. At vit fingu eina heldur øðrvisi ferð til Kýpros, skal ikki vera nøkur umbering fyri innsatsin á vøllinum. Tað virkar heldur ikki sum um, at spælararnir eru ávirkaðir av hesum, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

MYNDIR FRÁ VENJINGINI

 

SKRÁIN

Mikudagin 15. mars, kl. 13:15 (føroyska tíð)

Írland – Føroyar

Slovakia – Kýpros

 

Fríggjadagin 17. mars, kl. 13:15 (føroyska tíð)

Írland – Slovakia

Kýpros – Føroyar

 

Mánadagin 20. mars, kl. 13:00 (føroyska tíð)

Føroyar – Slovakia

Kýpros – Írland

 

Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið sum verður í Kroatia í summar. Harafturat sleppa sjey teir bestu 2’ararnir í teimum átta bólkunum eisini við til endaspælið.