Nú er greitt, at bæði U17- og U19-landsliðið við dreingjum skulu til Kroatia í komandi EM-undankappingum, sum vera í november mánað mæsta ár
——————
Hósdagin var høvuðsbygningurin hjá UEFA, sum er í Nyon í Sveis, karmur um lutakastið til komandi EM-undankappingar fyri U17-landslið og U19-landslið við dreingjum.
Fyri føroysku liðini háttaði tað seg soleiðis, at bæði U17- og U19-dreingirnir skulu til Kroatia.
U17-landsliðið kom í bólk 9, saman við Onglandi, Kroatia og Kosovo. Kappingin verður spæld í Kroatia frá 1. til 10. november.
U19-dreingirnir endaðu eisini í bólki 9, saman við Ísrael, Kroatia og Armenia. Kroatar vera vertir fyri kappingini, sum verður frá 13. til 22. november.