Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein, U17-landsliðsvenjarar hjá gentum, hava úttikið føroyska hópin til EM-undankappingina í Írlandi, sum verður seinni í hesum mánaðinum
Í døgunum frá 24. oktober til 1. november skal føroyska U17-landsliðið við gentum taka lut í árligu EM-undankappingini, sum í ár verður í Írlandi. Umframt Føroyar og Írland, vera Ísland og Hvítarussland eisini við í kappingini.

– Írland og Ísland eru sterkastu londini í kappingini, meðan vit ikki kenna so nógv til Hvítarussland, sum allarhelst er nakað veikari enn hini bæði londini. Tí er væntandi, at tað verður ímóti Hvítarusslandi, at vit skulu gera okkum galdandi, meðan dystirnir ímóti Írlandi og Íslandi verða truplir, sigur Jan Mølvad Laursen, ið saman við Báru Skaale Klakstein stendur á odda fyri U17-landsliðnum við gentum.

Tær 18, ið eru úttiknar til EM-undankappingina í Írlandi, eru hesar:
Eyðgerð R. Mikkelsen, B68
Randi á Bergi, KÍ
Armgarð Undir Leitinum, B36
Poula Andreasen, HB
Rúna Olsen, B68
Julia H. Dal Henriksen, HB
Julia N. Mortensen, TB
Sara S. Lamhauge, HB
Hanna K. Poulsen, KÍ
Rebekka K. Klein Olsen, Varde IF (DEN)
Emma Hansdóttir, B36
Rebekka J. Olsen, B68
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Sólvá S. Olsen, B71
Sonja T. Dalsgaard, B71
Sanna Jakobsen, KÍ
Rebekka E. Danielsen, FGI Stavanger (NOR)