Jan Mølvad Laursen, venjari, hevur úttikið U17-landsliðið við gentum, sum í oktober skal til innleiðandi EM-undankapping í Póllandi

Í døgunum 8. til 17. oktober fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Pólland, har fyrsta innleiðandi umfarið í EM-undankappingini verður á skránni.

 

Umframt Føroyar og Pólland, vera Sveis og Ukreina eisini við í kappingini.

 

Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U17-gentunum, og saman við Erik Ernesto Nielsen, hjálparvenjara, er endaligi hópurin nú blivin úttikin.

 

Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar
Eyðgerð R. Mikkelsen, B68
Marjun Ó. Danielsen, B36
Sanna Jacobsen, KÍ
Lea S. Lisberg, EB/Streymur
Armgarð Undir Leitinum. B36
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Julia H. D. Henriksen, HB
Rúna Olsen, B68
Birita Ryan, KÍ
Bára S. Magnussen, B36
Maria Djurhuus, AaB Ålborg (DEN)
Óluva A. Joensen, KÍ
Maria á Lakjuni, Víkingur
Jacoba K. Neshamar, Jerne IF (DEN)
Miriam H. Egilsdóttir, B68
Sólva S. Olsen, B71
Durita Svensdóttir, Víkingur
Rebekka J. Olsen, B68

 

Skráin
10.oktober Sveis – Føroyar (kl. 10:30)
13. oktober Pólland – Føroyar (kl. 15:00)
16. oktober Føroyar – Ukreina (kl. 14:30)