Jan Mølvad Laursen og Bára S. Klakstein hava úttikið føroyska U17-hópin við gentum, sum seinni í hesum mánaðinum skal taka lut í UEFA menningarkapping, sum verður í Føroyum
Í døgunum 18. til 21. apríl, og aftur frá 23. til 26. apríl verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri tveimum UEFA menningarkappingum fyri U17-landslið hjá dreingjum og gentum.
Luttakandi londini verða Norðurírland, Ísland, Wales og Føroyar. Frá 18. til 21. apríl dystast dreingirnir, og frá 23. til 26. apríl eru tað genturnar, ið fara á vøllin.
Í samband við kappingina hjá U17-landsliðnum við gentum, hava landsliðsvenjararnir, Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein úttikið hesar 18 spælararnar:
Ingun Kristina Persson, B36
Sarita Maria Mittfoss, B36
Sara Samson Lamhauge, 07 Vestur
Poula Andreasen, HB
Lea Hansen, HB
Ninna Hansen, HB
Kristina Petra Højsted, TB
Julia Naomi Mortensen, TB
Oddny Lind Jakobsen, B68
Birita Bergsdóttir Nielsen, B68
Bjørg Dalheim Djurhuus, Víkingur
Rebekka Gleðisheygg, EB/Streymur
Masa Kallsberg, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Amanda Johannessen, KÍ
Erla Christiansen, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Randi á Bergi, KÍ
Skráin (U17 Gentur)
23. apríl 2015
Kl. 13:00 Wales – Ísland, Tórsvøllur
Kl. 16:00 Føroyar – Norðurírland, Tórsvøllur
24. apríl 2015
Kl. 13:00 Norðurírland – Ísland, Tórsvøllur
Kl. 16:00 Føroyar – Wales, Tórsvøllur
26. apríl 2015
Kl. 10:00 Norðurírland – Wales, Ovari Vøllur í Gundadali
Kl. 10:00 Ísland – Føroyar, Tórsvøllur
Skráin (U17 Dreingir)
18. apríl 2015
Kl. 13:00 Wales – Ísland, Tórsvøllur
Kl. 16:00 Føroyar – Norðurírland, Tórsvøllur
19. apríl 2015
Kl. 13:00 Norðurírland – Ísland, Tórsvøllur
Kl. 16:00 Føroyar – Wales, Tórsvøllur
21. apríl 2015
Kl. 10:00 Norðurírland – Wales, Ovari Vøllur í Gundadali
Kl. 10:00 Ísland – Føroyar, Tórsvøllur