Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U17 landsliðið við gentum, sum skal til EM undankapping í Albania síðst í november.


Síðst í november mánaða fer U17 landsliðið við gentum til menningarkapping í Albania.

Eyðvør Jakobsen hevur nú, saman við hjálparvenjarinum Jacobu Langgaard, sett navn á tær átjan, sum skulu umboða Føroyar í kappingini.

Umframt vertstjóðina Albania, skulu Føroyar eisini møta Kasakhstan og Wales. Ferðalagið verður burtur í døgunum 24. – 30. november.

Hópurin
Sára Kristiansen, BSF
Brá Zakariasardóttir, B36
Ingrið Berg Rasmussen, EBS/Skála
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marta Sofía Østerø, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Jakobina Bergsdóttir, Vildbjerg
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur

Skráin
24. nov. Kasakhstan – Føroyar
27. nov. Føroyar – Albania
30. nov. Føroyar – Wales