Thomas Thinggaard, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 2. til 9. apríl skal til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi

Í døgunum 2. til 9. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Luksemborg og Kosovo eisini við í kappingini.

 

U17-hópurin hevur fyrireikað seg væl til komandi avbjóðing. Fleiri venjingar og venjingardystir hava verið á skránni, og eitt av mótstøðuliðunum hevur verið U17-liðið hjá SønderjyskE. 

 

– Eg kenni ikki so nógv til mótstøðulondini, men hetta verður uttan iva ein stór avbjóðing, og vit fara sjálvandi eftir at vinna dystirnar. Hetta er eisini ein kærkomin møguleiki sum fyrireiking til NM og EM, sum verða seinni í ár, sigur Thomas Thinggaard, U17-venjari.

 

Hópurin
Dánial Danielsen, NSÍ
Súni Hansen, NSÍ
Meinhard F. Janusarson, NSÍ
Leivur Guttesen, HB
Tórur F. Joensen, HB
Ári Arge, HB
Noah Mneney, ÍF
Olaf K. Hansen, KÍ
Børge Petersen, KÍ
Aleks H. Jacobsen, KÍ
Ingolf Tvørfoss, Víkingur
Bergur Poulsen, Víkingur
Eyðbjørn Østergaard, B36
Jónas Warner, B36
Kristian K. Hentze, B36
Jens Erik Bruhn, TB/FCS/Royn
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Gulak A. Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

 

Skráin
4. apríl Føroyar – Luksemborg
6. apríl Føroyar – Kosovo
8. apríl Føroyar – Norðurírland