Tíverri tapti føroyska U17-landsliðið við dreingjum síðsta dystin í NM-kappingini, sum seinastu vikuna hevur verið í Helsinki í Finnlandi. Úrslitið ímóti Kypros gjørdist 1-0 til kypriotar
– Eg taldi eini níggju, kanska 10 stórar málmøguleikar til okkum, sum vit tíverri ikki klára at umseta til mál. Og enn einaferð verða vit revsaðir eftir eina deyðbóltsstøðu, og tað er sera harmiligt, tí undan hesi kappingini hava vit staðið okkum væl í júst tílíkum støðum. Hesum mugu vit læra av, og kunnu samstundis staðfesta, at fimm av málunum, sum vit hava fingið ímóti okkum í hesi kappingini, hava verið eftir hornaspark ella fríspark. Hetta skal gerast betri til EM-undankappingina sum verður í oktober, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari.

Mánadagin spældu føroyska U17-landsliðið við dreingjum síðsta dystin í árligu NM-kappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Helsinki í Finnlandi. Føroyar endaði nummar fýra í innleiðandi bólkaspælinum, og skuldi tí spæla um 7. plássið í kappingini, har Kypros bíðaði. Úrslitið í síðsta dystinum gjørdist ein tepur 1-0 sigur til kypriotar. Avgerandi málið fall tá góðir 10 minuttir vóru spældir.

– Eftir eina langa kapping vóru vit bangnir fyri, at seinasti dysturin kundi at gerast tungur, tí dreingirnir hava arbeitt ógvuliga hart í trimum dystum undan hesum. Men hetta sást kortini ikki aftur á vøllinum. Allir stríddust fyrimyndarliga væl, og fram um alt, so spæla vit væl og skapa nógvar málmøguleikar.

– Vit skora í øllum dystunum, undantikið hesum seinasta, so samlaða myndin av kappingini er á heilt góðari leið. Persónliga avrikið hjá hvørjum einstøkum leikara hevur verið gott, og allir hava gjørt sítt allar besta í hvøjum dysti og til hvørja venjing. Nú gleða vit okkum bara til at sleppa heim, og síðani fara vit undir fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum verður í Luksembourg í oktober, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri U17-dreingjunum.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar mikudagin.