Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Mótstøðumenninir vóru íslendsku grannarnir fyri norðan, sum vunnu 2-0
Leygardagin á middegi spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Finnlandi. Hósdagin taptu U17-dreingirnir 2-0 fyri Russlandi, og hesaferð vóru tað íslendingar, ið sendu okkum av vøllinum við ongum. Úrslitið gjørdist 2-0 til Ísland, sum var á odda við einum í steðginum.
Triðji og seinasti dystur í kappingini verður spældur týsdagin klokkan 11:00, og tá er mótstøðuliðið Finnland, sum í sínum fyrsta dysti spældi javnleik 0-0 ímóti Íslandi.
FØROYAR
1. Bjarti Vitalis Mørk (MV), 4. Meinhard Debes Geyti, 5. Regin í Geil Jacobsen, 6. Elias El Moustage, 7. Hanus Sørensen, 8. Símun Sólheim, 10. Óli Poulsen, 11. Jóhann Joensen (14. Ingi Jonhardsson, 76’), 13. Bárður Ó. Jensen (3. Sámal Jákup Jóhannusarson, 41’), 16. Gulak Jacobsen (9. Leivur Guttesen, 71’) og 17. Sveinur Lava Olsen (C).
Eykaleikarar: 13. Peter Bergmann Hansen (MV), 2. Olaf K. Hansen, 15. Pætur Eliasen og 18. Andrass Johansen.
Møguleikarnir fyri, at Føroyar sleppa víðari í kappingini, og harvið skulu taka lut í Úrvalskappingini, sum verður í mars-apríl komandi ár, eru lítlir. Men tó so, um finnar ikki fáa fulla úrtøku ímóti Russlandi, og føroyska liðið síðani vinnur á Finnlandi, so gerast Føroyar nummar 3 í bólkinum.
Reglurnar hjá UEFA eru soleiðis, at seks teir bestu 3’ararnir í teimum 13 innleiðandi EM-undanbólkunum sleppa víðari. Men tá eru tað úrslitini ímóti nummar 1 og 2, ið hugt verður eftir. Og har hava Føroyar 0 stig, og málmunin 1-5.