Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini seinasta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum hevur verið í Finnlandi. Finsku vertirnir vunnu 4-0. Venjarin er kortini sannførdur um, at spælararnar hava lært nógv í hesari kappingini

– Eftir at hava spælt tveir góðar dystir ímóti Russlandi og Íslandi, har vit heilt sikkurt høvdu uppiborið betri, vónaðu vit eitt gott úrslit ímóti Finnlandi. Men eg haldi ikki at vit eru nóg neyvir í nærdystunum, og tað er ein av orsøkunum til, at úrslitið ikki bleiv betri. Eg eri kortini nøgdur við innsatsin, ið dreingirnir vísa, tá vit hava bóltin, og tá góvu vit finnum veruliga mótstøðu, sigur U17-landsliðsvenjarin, Thomas Thinggaard.

 

Tað endaði eisini við tapi í síðsta dystinum hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í innleiðandi EM-undankapping í Finnlandi. Í fyrsta umfari taptu okkara dreingir 3-1 fyri Russlandi, og síðani varð føroyska liðið sent av vøllinum við 2-0 tapi ímóti Íslandi. Seinasta mótstøðuliðið var Finnland, og úrslitið gjørdist 4-0 til finnar, sum vóru á odda við tveimum í steðginum.

 

Endaliga støðan gjørdist, at Finnland og Ísland fingu 7 stig í part, Russland fekk 3 stig, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

 

– Sjálvt um vit enda aftast í bólkinum, so hava vit heilt sikkurt lært nógv, og spælararnir hava heilt víst flutt seg tekniskt, taktiskt og mentalt. Í venjingunum upp undir hvønn dyst hava vit lagt dent á, hvussu alt liðið skal flyta seg á vøllinum, og nær vit leggja lágt, miðal ella høgt trýst, og tað eydnaðist væl í fleiri førum.

 

– Vit hava eisini arbeitt við at dreingirnir skulu blíva betri við bóltinum, og har hevur framgongdin verið heilt greið. Hetta eru alt góðir fótbóltsspælarar, so um teir taka røttu avgerðirnar, eisini uttanfyri vøllin, so ivist eg onga løtu í, at her er onkur komandi A-landsliðsspælari, sigur Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fyri fleiri av spælarunum var hetta seinastu ferðina, at teir vóru partur av U17-landsliðnum. Næsta avbjóðing hjá teimum yngru, er UEFA menningarkapping, sum verður í mars-apríl komandi ár, meðan teir eldru nú eru tøkir hjá U19-landsliðsvenjaranum.