Føroyska U17-landsliðið tapti í kvøld 2-0 fyri Noreg í NM-kappingini, sum er í Føroyum í hesum døgum. Føroyska liðið megnaði at skapa málmøguleikar, men bleiv revsað upp á mistøk

– Eg kann ikki seta fingurin á avrikið hjá spælarunum, men í altjóða fótbólti verður tú revsaður fyri mistøkini. Tað blivu vit í dag. Annars er talan um eitt gott avrik, har vit skapa tríggjar stórar málmøguleikar, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Nakrar broytingar vóru á føroyska liðnum, har millum annað málskjúttin frá dystinum móti Íslandi, Gulak Jacobsen, sat uttanfyri. Føroyska liðið hevði tol á bóltinum og byrjanin var avgjørt góðkend.

 

Eitt stórt korter inni í fyrra hálvleiki bleiv føroyska liðið revsað. Eftir innlegg úr høgru, fær verjan ikki ruddað vekk. Robin Skrogstad sleppur til skot og skorar. Restina av fyrra hálvleiki er Noreg omaná leikliga, men Ási P. Dam var nær við at javna, men skotið bleiv blokerað.

 

Í seinna hálvleiki var føroyska liðið væl við. Fleiri ferðir komu okkara til innlegg, men tíverri restar tað seinasta í. Nærmastur at skora var liðskiparin, Tórur F. Joensen, tá hann fekk skot á eftir innlegg, men málverjin hjá normonnum bjargaði væl.

 

Føroyska liðið varð aftur revsað miðskeiðis í seinna hálvleiki. Føroyskt fríspark varð skotið inn fyri, sum tó endaði við, at gestirnir fóru beint í mótálop. Tað endaði við, at Robin Skrogstad aftur stóð leysur, og hann skoraði til úrslitið 2-0.

 

Føroyar hava nú tapt 2-1 fyri Íslandi, og 2-0 fyri Noreg. Ísland vann í dag 3-0 á Kina. Hósdagin klokkan 15 spæla Føroyar og Kina á Tórsvølli. Tveir dystir vóru eisini í bólki A. Danmark vann 1-0 á Norðurírlandi, meðan finnar smurdu sviar av. Finnland vann 4-1.

 

Noreg – Føroyar 2-0 (1-0)

1-0: Robin Skrogstad, 16
2-0: Robin Skrogstad, 60