Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini seinasta dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Ukreina vann 6-1, eftir at Føroyar vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Jensa K. Tórolvsdóttir skoraði føroyska málið

– Vit spældu ein framúr fyrra hálvleik, og skuldu verið á odda við meir enn einum máli. Men ein dystur er tveir hálvleikir, og eftir steðgin kom Ukreina út sum eitt ódnarveður. Tær spældu við nógvum longum sendingum, og tað funnu vit ongantíð ordiliga út av at verja fyri, sigur Jan Mølvad Laursen, venjari.

 

U17-genturnar taptu eisini síðsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum seinastu vikuna hevur verið í Póllandi. Mótstøðuliðið var Ukreina, sum vann 6-1. Men tá liðini fóru til hálvleik sá gott út hjá okkara gentum, sum vóru á odda 1-0 í steðginum. Málskjútti var Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir.

 

– Genturnar hava ment seg nógv hesar dagar, og framgongdin hevur verið at sæð, bæði til venjingar og dystir. Tær eru sjálvandi skuffaðar yvir úrslitini, men tað er einki at ivast í, at okkara gentur hava verið góð umboð fyri Føroyar.

 

– Vit hava lagt stóran dent á at spæla bólt, og ikki bara sparka burtur, og tað hava hini londini havt stóra virðing fyri, sigur Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF.

 

FØROYAR

12. Óluva Allansdóttir Joensen (MV), 2. Marjun Óladóttir Danielsen, 3. Sanna Jacobsen, 4. Les Símunardóttir Lisberg, 5. Armgarð Undir Leitinum (16. Sólva Strøm Olsen, 72’), 6. Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, 8. Rúna Olsen (C), 11. Silja Pálsdóttir Augustinussen (9. Birita Ryan, 57’), 14. Jacoba Kærnø Neshamar, 15. Miriam Harishi Egilsdóttir (10. Bára Sweta Magnussen, 64’) og 18. Rebekka Jóhannusardóttir Olsen

 

Eykaspælarar

1. Eyðgerð Mikkelsen (GK), 7. Julia Helena Dal Henriksen, 13. Maria á Lakjuni og 17. Durita Svennsdóttir

 

Venjari

Jan Mølvad Laursen