Føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í innleiðandi EM-undankapping í Póllandi, tapti fyrsta dystin í kappingini. Úrslitið gjørdist 4-0 til Sveis
Tað gekk ikki akkurát eftir vild, tá føroyska U17-landsliðið við gentum spældi fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Póllandi. Mótstøðuliðið var Sveisi, og úrslitið gjørdist 4-0 til sveisisku genturnar, sum vóru frammanfyri við einum í halvleikinum.
Umframt Pólland, Føroyar og Sveis, er Ukreina eisini við í kappingini. Í dystinum millum Ukreina og Pólland, bleiv úrslitið 3-1 til polsku vertirnar.
Næsta umfar í kappingini verður spælt fríggjadagin 13. oktober, og tá skulu okkara gentur royna seg ímóti Póllandi.
FØROYAR
1. Eyðgerð Mikkelsen (MV), 3. Sanna Jacobsen, 4. Lea Lisberg, 5. Armgarð Undir Leitinum, 6. Jensa Tórolvsdóttir, 7. Julia Henriksen, 8. Rúna Olsen (L), 9. Birita Ryan (2. Marjun Ó. Danielsen, 51’), 15. Miriam H. Egilsdóttir (11. Silja P. Augustinussen, 72’), 16. Sólvá S. Olsen og 18. Rebekka J. Olsen (14. Jacoba K. Neshamar, 60’).
Eykaspælarar
Óluva A. Joensen (MV), 10. Bára S. Magnussen, 13. Maria á Lakjuni og 17. Durita Svennsdóttir.
Venjari
Jan Mølvad Laursen.