Føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Bulgaria, tapti fyrsta dystin í kappingini. Vertslandið vann 3-0

– Sjálvt um úrslitið kundi verið betri, so eri eg kortini sera væl nøgdur við avrikið hjá okkara gentum, sigur Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari.

 

Tað gekk ikki akkurát sum ætlað hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, tá tær leygardagin spældu fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Bulgaria. Úrslitið gjørdist 3-0 til Bulgaria, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

 

– Okkara gentur spældu ein fínan dyst. Serliga eri eg glaður fyri at tær tordu at spæla fótbólt, og samanumtikið, so haldi eg at vit høvdu bóltin nakað meir enn tær bulgarsku, sigur Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF

 

Umframt Føroyar og Bulgaria, eru Estland og Serbia eisini við í kappingini.

 

Føroyska liðið byrjaði soleiðis

1. Eyðgerð R. Mikkelsen (MV), 4. Armgarð Undir Leitinum, 6. Rúna Olsen (C), 7. Julia Helena Henriksen, 8. Jensa K. Tórolvsdóttir, 9. Emma Hansdóttir, 11. Mona Rasmusdóttir, 15. Lea S. Lisberg, 16. Victoria á Lakjuni, 17. Sólvá Strøm Olsen og 18. Sanna Jacobsen.

 

Eykaleikarar

2. Marjun Ó. Danielsen, 3. Vár Tollaksdóttir, 5. Sunnivá Fagradal, 10. Birita Ryan, 12. Ólavu A. Joensen (MV) og 13. Estir Borðoy.