Eftir eitt frálíkt avrik eydnaðist tað U17-landsliðnum við dreingjum at spæla javnleik 1-1 ímóti Montenegro, sum undan dystinum vóru á odda í bólkinum
Javnleikurin, sum var seinasti dysturin í bólkaspælinum í NM-kappingini í Finnlandi, hevði við sær, at Ísland yvirhálaði Montenegro og sendi grannar okkara í finaluna.

Í einum jøvnum fyrra hálvleiki hevði Føroyar mesta skipaða spælið á miðjum vølli, meðan Montenegro dúvaði uppá skjótálop. Tað var kortini uppiborið, tá tað eydnaðist føroysku dreingjunum at leggja seg á odda miðskeiðis í hálvleikinum.

Bólturin varð vunnin á miðvøllinum, og bleiv sendur fram til Tórur Jacobsen, ið stóð væl fyri. Tórur setti fulla ferð á, slapp framvið aftasta verjuleikarinum hjá Montenegro og legði bóltin hegnisliga framvið málverjanum.

Tað sá út til, at føroyska leiðslan fór at halda sær til steðgin, men beint áðrenn dómarin floytaði til hálvleik javnaði Montenegro.

Eftir hvíldina komu okkara dreingir væl frá byrjan, og høvdu eisini tamarhald á dystinum fyrstu løtuna. Men fyri at røkka finaluplássinum, hevði Montenegro tørv á øllum stigunum, og sum fráleið fekk Montenegro lagt størri og størri trýst á føroyska liðið. Kortini komu teir ikki nærri, og serliga takkað verði føroyska málverjanum, Bárður á Reynatrøð, ið spældi ein barnddyst, megnaði okkara dreingir at varðveita javnleikin.

Sum fráleið linkaði trýstið, føroyska liðið spældi skilagott, og síðstu løtuna var stigið ongantíð veruliga í vanda. Frøin var sum vera man stór í føroyska hópinum, tá dómarin bríkslaði dystin av.

Týsdagin klokkan 11:00 føroyska tíð, skulu okkara dreingir spæla plaseringsdyst móti Kypros um 7. plássið.