Lukas Giessing og Steffan Løkin gjørdu hvør sítt mál, tá tað fríggjakvøldið eydnaðist føroyska U17-landsliðnum við dreingjum at vinna 2-0 á Kekkia
– Hetta er ein stór løtu fyri okkum allar. Soleiðis sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen er venjari hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum.
Tað eydnaðist nevniliga føroyska liðnum at vinna fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Luksemborg. Mótstøðuliðið var Kekkia, og úrslitið gjørdist 2-0 til Føroyar. Longu tá tveir minuttir vóru spældir skoraði Lukas Giessing til 1-0, og fimm minuttir eftir steðgin økti Steffan Løkin um føroysku leiðsluna.
Kekkia hevði bóltin heldur meir enn okkara, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og sum heild var talan um ein javnan dyst.
– Tað kennist eitt sindur løgi, men samstundis er hetta ein ógvuliga góð kensla. Nú kunnu vit avgera alt sjálvir, og tað er eingin ivi um, at vit ætla okkum at skriva søgu, og spæla okkum víðari í kappingini. Hetta eru vit ikki ordiliga vanir við, men allir hava trúnna á, at tað ber til, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.
Umframt Føroya og Kekkia, eru Luksemborg og Sveis eisini við í kappingini. Dysturin millum vertirnar og Sveis endaði við 2-1 sigri til sveisar.
Næsti dystur verður sunnudagin klokkan 17:30. Tá skal føroyska liðið royna seg ímóti Sveis.
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Kekkia – Mynd: Jákup Martin Joensen
FØROYAR: 1. Bárður á Reynatrøð (GK), 2. Sjúrður Pauli Nielsen, 3. Gundur P. Ellingsgaard, 4. Dann Fróðason, 5. Fróði P. Rasmussen (C), 6. Magnus Holm Jacobsen, 7. Hanus Sørensen, 8. Asbjørn Heðinsson, 9. Stefan Radosavlevic (15. Tórur Jacobsen, 80+2’), 10. Lukas Giessing (11. Jógvan Petersen, 77’) og 13. Steffan Løkin.
Eykaleikarar:
12. Bjarti Vitalis Mørk (GK), 14. Filip í Liða, 16. Símun Sólheim, 17. Sveinur Lava Olsen og 18. Sølvi Sigvardsen.
Venjarar:
Áki Johansen og Pól F. Joensen