Thomas Thinggaard, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hóparnar, sum 10. og 13. mars skal spæla tveir venjingardystir móti SønderjyskE

Fyrireikingarnar hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum árinum skal til tríggjar altjóða kappingar, eru farnar í gongd. Liðið hevur havt nakrar venjingar í Havn og í Klaksvík, og í næstum verða tveir venjingardystir móti danska SønderjyskE á skránni.

 

Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli. Tann fyrri verður leygardagin 10. mars klokkan 14:00, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 13. mars møtast liðini aftur, og tá verður sett í gongd klokkan 18:30.

 

Thomas Thinggaard er venjari hjá U17-dreingjunum, og í samband við dystirnar móti SønderjyskE hevur venjarin úttikið tveir hópar.

 

Til fyrra dystin eru hesir boðsendir

Ari Petersen, 07 Vestur

Jónas Warner, B36

Eyðbjørn Østergaard, B36

Gutti D. Olsen, EB/Streymur

Leivur Guttesen, HB

Ári Arge, HB

Tórur Joensen, HB

Gilli Róason, HB

Noah Mneney, ÍF

Jóel H. Jacobsen, NSÍ

Súni Hansen, NSÍ

Meinhard F. Janusarson, NSÍ

Jens Erik Bruhn, TB/FCS/Royn

Bergur Poulsen, Víkingur

Ingolf Tvørfoss, Víkingur

 

Til seinna dystin er føroyski hópurin hesin

Jónas Warner, B36

Kristian K. Hentze, B36

Mikkjal Hellisá, EB/Streymur

Leivur Guttesen, HB

Ári Arge, HB

Tórur Joensen, HB

Noah Mneney, ÍF

Fríði R. Petersen, ÍF

Aleks H. Jacobsen, KÍ

Olaf K. Hansen, KÍ

Børge Petersen, KÍ

Súni Hansen, NSÍ

Meinhard F. Janusarson, NSÍ

Dánial Danielsen, NSÍ

Gulak Jacobsen, SønderjyskE

 

Í døgunum 3. til 8. apríl fara U17-dreingirnir til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Síðani verður NM spælt í Føroyum 4. til 11. august, áðrenn liðið fer til innleiðandi EM-undankapping í Makedonia 18. til 27. oktober.