Við at spæla javnleik 2-2 ímóti Luksemborg, samstundis sum Kekkia og Sveis spældu javnleik 3-3, hevur føroyska U17-landsliðið við dreingjum spælt seg víðari til næsta undanumfar
– Hetta er heilt fantastiskt, og tað er torført at seta orð á tær kenslur, sum vit uppliva beint nú, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri føroyska U17-landsliðnnum við dreingjum.
26. oktober 2016 fer í søguna sum ein av stóru fótbóltsdøgunum hjá Føroyum. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt ungdómslandslið megnað at spælt seg víðari úr einari undankapping.
Í seinasta umfarinum í undankappingini møttust Føroyar og Luksemborg, og Kekkia og Sveis. Tórur Jacobsen legði Føroyar á odda 1-0 og 2-0, men tá avtornaði gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Men av tí at Kekkia og Sveis spældu javnleik 3-3, gjørdust Føroyar nummar 2 í bólkinum, ájavnt í stigum við Kekkia, sum bleiv nummar 3.
Sostatt hevur føroyska U17-liðið, sum tað fyrsta nakrantíð, spælt seg víðari til úrvals-umfarið, sum verður spælt í februar ella mars mánaða komandi ár.
– Nú hava vit verið við í nógv ár, og tað hevur ongantíð áður eydnast at spælt okkum víðari. So hetta kennist eitt sindur fremmant og óveruligt. Ísurin er nú brotin, og vegurin at spæla seg víðari er nú opin, sigur Áki Johansen, og leggur afturat, at til hesa kappingina væntaðu teir sterka mótstøðu.
– Áðrenn kappingina vórðu Kekkia og Sveis styrkismett ávikavist nummar 8 og 14, meðan vit vóru styrkismettir sum nummar 41. Men allir í hópinum hava verið heilt fantastiskir, teir hava víst ein framúr hugburð, so hetta hava teir av álvara uppiborið, sigur Áki Johansen at enda við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska liðið ímóti Luksemborg
1. Bárður á Reynatrøð (GK), 2. Sjúrður Pauli Nielsen, 3. Gundur P. Ellingsgaard (18. Sølvi Sigvardsen, 73’), 4. Dann Fróðason, 5. Fróði P. Rasmussen (C), 6. Magnus Holm Jacobsen, 7. Hanus Sørensen, 8. Asbjørn Heðinsson, 9. Stefan Radosavlevic, 10. Lukas Giessing (17. Sveinur Lava Olsen, 55’) og 15. Tórur Jacobsen (14. Filip í Liða, 80+2’)
Eykaleikarar
12. Bjarti Vitalis Mørk (GK), 11. Jógvan Petersen, 13. Steffan A. Løkin og 16. Símun Sólheim
Venjarar
Áki Johansen og Pól F. Joensen
Tórur Jacobsen, ið skoraði bæði málini ímóti Luksemborg – Mynd: Jákup Martin Joensen